Hvat er tað at vera föroyingur?

Endamál: At næmingar royna at finna út av hvat tað er sum ger okkum til Föroyingar:  fólkið,  málið, sögan, fiskur, saltur sjógvur. . .

“Föroyingurin eg” (hvat hevði tú saknað um tú flutti av landinum og hvat heldur tú manglar í Föroyum, o.s.v.)

Gerið útklipsmyndir har tú setur saman mynd av tí tú heldur vera best í Föroyum.

 Á myndini kunnu til dömis vera tey stöð har tær dámar best at vera, teir föroyingar sum tú heldur lýsa landinum best, myndir av tínum ítróttafelagi o.s.v.

Skrivað tað tú kemur í tankar um tá vit hugsa um gott dömi um föroying.

 Öll í flokkinum gera tað sama.

Samlað alt saman á eitt kort og set á plakat.

Hvat er tað at vera Dani, Svenskari, Norðmaður, Finni, Grönlendingur, Íslendingur og Sami? Hvat fyri hugmyndir hevur tú um typiskan Dana, . . .?

Fá hugmyndir av síðuni Norðurlöndin mín.

Samskiftauppgáva

Næmingar samskifta við javnaldrar á norðurlondum og biðja um teirra hugmyndir um hvussu tað er at vera typiskur Dani, Norðmaður, Svenskari o.s.v.

Næmingar samanbera sínar hugmyndir við upplýsingarnar sum teir hava fingið frá öðrum.

Nýt Nordisk Projektbank – for læse-, skrive- og sprogprojekter til at finna samstarvsfólk.

Allar uppgávurnar eru til á hinum norðurlandamálunum.

 .