Ting úr okkara nærmasta umhvörvi

Endamál: At næmingar leggja til merkis hvussu nógv úr okkara nærmasta umhvörvi hevur norrönan uppruna.

Einstaklings uppgáva

  • Næmingar finna, saman við foreldrunum, minst 3 ting, vörur ella tól sum eru brúkt á heiminum, sum eru framleidd ella sniðgivin í Norðurlondum. Ikki gloyma t.d. klæðum.
  • Tingini/vörurnar eru flokkaðar eftir londum. Næmingarnir verða koyrdir í bólkar, hvör bólkur arbeiðir við einum landi og ger eina sýning við yvirskriftini „Svenska heimið“, „Íslenska heimið“ o.s.v.

Uppgáva, tvey saman – rannsóknaruppgáva

  • Tveir og tveir næmingar arbeiða saman og gera „visti tú lista“, t.d. „visti tú at Nokia telefonin hjá tær kemur frá Finnlandi?“ (matur, góðgæti, vaskievni, ljóðföri, möblar, glös, bilar, klæðir).
  • Næmingar gera spurningar og spyrja fólk á götuni um vörur og vörumekri frá Norðurlondum.
  • Næmingar siga frá „Visti tú listunum“ og líma samröður við myndum á plakatir.