Ferðasýning

Endamál: At næmingar kunna sær væl eitt Norðurland, síðan skal ferðasýning leggjast fram, har sum kunning er um öll Norðurlondini.

Bólka vinna:

  • Hvör bólkur greiðir frá sínum landi, til dömis við video, myndum og heimagjördum bóklingum.
  • Her er möguligt at flætta saman fleiri fak, til dömis samfelagsfröði og mál.

 

Aftaná ferðakunningina ger hvör næmingar ferðaætlan fyri seg og onnur:

  • Næmingurin skal fyrireika 10 daga ferð, har farið er til tvey Norðurlond, onnur enn tað hann hevur greitt frá í ferðasýningini.
  • Í ferðaætlanini  skal greiðast frá kostnaði, hvussu ferðast man, gisting, hvat er ætlanin at gera og hyggja at.
  • Hvat fyri valuta er brúkt í landinum?
  • Hvussu er valuta í mun til donsku krónuna?
  • Gott hugskot at nýta upplýsingar frá samskiftaflokki á internetinum í sambandi við floksvitjanir.
  • Minnist til at skriva takkarbræv til vertin!