Í hesari uppgávu er möguligt at velja ávísar tættir at arbeiða við í tímum, ella hava tað sum eina störri uppgávu sum tekur longri tíð. Her kann nevnast samskiftauppgávu við unglingum innanlands ella við unglingar uttanlanda.
Endamál: At næmingar koma at kenna seg sjálvar betur og síggja tað sum er líkt og ólíkt hjá javnaldrum aðra staðni – innalands og uttanlanda.
Móti
- Hvussu er mótin í tínum flokki?
- Hvat er tað sum avgerð mótan?
- Hvat fyri klæðum dámar tær best at vera í?
- Hava lýsingar ávirkan á teg?
- Hvat fyri lýsingar hava ávirkan á teg?
- Hvussu tá?
- Hvat, av tínum klæðum, er framleitt á Norðurlondum?
Uppgáva:
- Allir næmingar skriva hesar upplýsingar.
- Upplýsingarnir eru samlaðir saman og býttir eftir londum.
- Ein og hvör í flokkinum vísur á hvat skal standa í einari síðu í floksblaðnum.