Endamál:
- At næmingurin skrivar stíl um tað hann veit um Norðurlond.
- At næmingurin fyrireikar ferð til Norðurlond.
Tá ferðasýningin er liðug eigur næmingurin at hava nógvar upplýsingar um Norðurlond.
![]()
Hesar upplýsingar brúkar hann til at skriva dagbók.
Í dagbókini skal hann skriva um hvar hann fer, hvat hann sær og upplivir, hvat honum dámar staðið o.s.v.
Krav at skriva um, í öllum förum, tvey lond.
Tað er gott at brúka ferðabókling og postkort til at myndprýða dagbókina og ferðalýsingina.
![]()
![]()
Fyrireikið ferð til Norðurlond.
Gerið eina lítla orðabók, við orðum og setningum, sum næmingarnir kunnu brúka á ferðini.
Hvat fyri upplýsingar hava tit brúk fyri, fyri at kunna njóta ferðina á bestan hátt?
Tit skulu gera spurningar á norrönum máli um veður, klæðir, gisting, mat, lummapengar, ferðing, hvat bussbillettir, biografbillettir, burgarar, pylsur, pizza, sodavatn o.a. kostar, hesar spurningar senda tit vertinum.
Her er gott at brúka internetið.
![]()
![]()
![]()