Ferðakunning

Endamál: Yngstu næmingarnir síggja hvat teir duga um onnur Norðurlond.

Uppgáva:

  1. Næmingar koma við onkrum luti frá öðrum Norðurlandi og greiða frá lutinum. Tað kann vera postkort, myndir, ferðabóklingur og souvenir.
  2. Næmingar siga sögu t.d. frá toktúri, tivoli, djóragarði, skógarferð, strondini og vísa myndir frá hesum stöðum.
  3. Gerið myndasýning av teimum stöðum sum floksfelagar hava vitjað ( ikki gloyma at Föroyar eisini er eitt Norðurland).
  • Hvat fyri Norðurlond hava tínir floksfelagar vitjað?
  • Hvat fyri mál er tosað har?
  • Hvat fyri orð duga næmingarnir?
  • Hvussu síggja flöggini út?