Endamál: Mentanarmiðlun: Siðir.
- Hesar hugmyndir kunnu brúkast hjá öllum Norðurlondum.
- Být næmingarnar í bólkar, hvör bólkur dregur eitt land.
- Næmingar brúka egnar royndir tá tosað er um tjóðarhátíðardagin.
- Endamálið er at flyta tjóðarhátíðardagin inn í skúlastovuna, næmingar vinna einsamallir ella í bólkum.
- Nær er tjóðarhátíðardagurin í Föroyum og öðrum Norðurlondum?
- Hví halda vit dagin hátíðarligan? Hví halda onnur lond dagin hátíðarligan?
- Hvat fyri aðrir dagar eru merkisdagar her á landi?
- Teknið flaggini.
- Lær eitt kvæði, skrivað tað niður, myndprýð.
- Fortel hvat tit gera tjóðarhátíðardagin?
- Hvussu er föroyski tjóðbúnin?
- Gerið stuttfilm um tjóðhátíðardagin.
- Öll sum luttaka fáa ein leiklut í filminum tá bólkurin hevur avgjört hvat skal vera í filminum.
- Sjónleikur. Næmingar gera sjónleik við at lesa yrkingar, leika, syngja og spæla á ljóðföri.