Rannsóknaruppgáva

Endamál: At næmingar gera kanning um at ferðast í heimbygdini.

  • Koma nógv ferðafólk til tína heimbygd og hvat ger ferðafólkið har?
  • Hvat vilja tey uppliva?
  • Hvussu er landslagið og vinnulívið í heimbygdini?
  • Er nakað í tíni heimbygd/landi sum tú ert stolt/ur av? Hvat?
  • Hvat hevur tú möguleika fyri at gera saman við ferðafólkum sum vitja tína heimbygd?

Bólka uppgáva

Fyrireikað eina vitjan. Legg eina útferð til rættis.

  • Hvat ætla tit at siga tá tit fara í útferð við gestunum?
  • Hvussu býta tit vegleiðingina millum tykkum?
  • Hvat skal fyrireikast áðrenn farið verður?(hús, matur, ferðir, kostnaður)

Orð og orðaval

  • Gerð ein lista við neyðugum orðum og setningum sum tú veist at tú fært brúk fyri.
  • Sig orðini og setningarnar fyri hvörjum öðrum, ven teg við at brúka orðini rætt.