Endamál: At fáa næmingar til at hugsa um hvat fyri ítróttur er íðkaður í nærmasta umvhörvinum.
- Íðkar tú ella tín familja onkran ítrótt? Hvat fyri ítrótt?
- Hvat fyri ítróttagrein dámar tær best? Hví?
- Hevur tú nakað ítróttafólk sum tær dámar best? Hvör er tað?
- Hvat fyri ítróttir eyðkenna hvört Norðurland fyri seg?
- Hvat fyri aðrar ítróttagreinar eru best umtóktar í Norðurlondum – hvört land fyri seg?
Uppgáva:
- Næmingar gera lista yvir tær ítróttagreinar, sum teir kenna. Annan lista yvir kend ítróttafólk frá Norðurlondum.
- Tit kunnu fáa hugmyndir frá dagblöðum, ítróttablöðum, internetsíðum og munnligum keldum.
- Næmingar finna myndir og gera plakat við nökrum növnum, býtt eftir ítróttargreinum, bestu úrslitini skulu kunngerast og hvat fyri ár úrslitini náddust.