Rannsóknir og skapanir

Endamál:

  • At næmingar lesa.
  • At næmingar velja sær evni til at lesa við tí at lesa hvat stendur á baksíðuni á bókini.
  • At næmingar læra at eggja öðrum at lesa bökur sum teir sjálvir hava lisið.

 

Næmingar fáa lista við bókum skrivaðar av ávísum rithövundum.

  • Næmingar taka listan við sær á bókasavnið og leita eftir bókum eftir ávísan rithövund.
  • Næmingar greina öðrum næmingum frá um bökur sum teir hava lisið ella lurtað eftir.
  • Næmingar leggja merki til hvat bókin handlar um; kærleika, ævintýr, mysterium, arging?

 

Uppgávur:

Lesikapping sum skúla- ella alment bókasavn skipar fyri.

Lesikapping gongur fyri seg soleiðis;  næmingar lesa so og so nógvar bökur/síður uppá avmarkaða tíð og greiða stutt frá evninum.

Listi yvir hvat var best umtókt:

  • Hvat fyri bók var mest lisin í kappingini?
  • Hvat fyri rithövundur var best umtóktur?
  • Hvat var evnið í bókunum sum vóru mest lisnar?

Filmur:

Næmingar hyggja at filmi sum er gjördur um onkra góða bók. Sí kapittulin um norrönar filmar.

Uppgáva

  • At læra um áhugaverdan rithövund sum skrivar unglingsbökur og at kunna um rithövundin og bökur hansara.
  • At eggja næmingum til at skriva sögur, ævintýr og yrkingar um, til dömis, skúlalívið, kærleikan, hjartasorg og samskifti við onnur á ýmsum aldri.