Endamál: At næmingar fáa kunning um tekin hjá öðrum norrönum tjóðum.
Kjak um tjóðarhátíðardagin:
- Hví halda vit dagin hátíðarligan?
- Nær er tjóðarhátíðardagurin í öðrum Norðurlondum og hví?
Einstaklingsvinna
- Næmingar læra tjóðsangin.
- Næmingar velja ein tjóðsang hjá aðrari norðurlandatjóð sum tey læra ( lesa og myndprýða).
- Næmingar lurta eftir tjóðsangum hjá hinum Norðurlondunum.
Bólkavinna
- Hvör bólkur fær eitt land.
- Bólkarnir gera uppgávu við hesum upplýginum: tjóðsangurin, flaggið, tjóðarbúnin, hvussu feira tey tjóðardagin?
Hvussu gera vit:
Sjónleikur, upplestur, koyr upplýsingar á plakat, gerð ein tíðindastubba sum skal koyrast í dagblað, tíðindabræv ella filmsklipp.
Gestir frá hvörjum landi fyri seg koma og siga frá siðum í heimlandinum.
Gerð útvarps- ella sjónvarpssending har tit tosa við fólk frá hvörjum Norðurlandi, fólkini samanbera siðir úr heimlondunum.
Hvussu feira tey tjóðardagin, hvat er líkt/ólíkt?
Aðrir merkisdagar
- Hvat fyri upplýsingar finnur tú um hesar dagar?
- Hví eru hesir dagar feiraðir og hvussu?
- Er tað ýmiskt millum lond?
- Eru onkrir siðir settir í samband við hesar dagar, sum ikki kennast í Föroyum? Jóansöka (Skt.Hans), Ólavsöka, páskir,nýggjár, föðingardagar, Grækarismessa,1.mai, Skt. Lucia.
.