Ítrótta íðkan

Endamál:

  • At næmingar fáa yvirlit yvir ítrótta íðkan á Norðurlondum, bæði nú og í söguligum sambandi.
  • At næmingar seta sína ítrótta íðkan og áhuga í samband við ítrótta íðkan á Norðurlondum.

 

  • Hvat gert tú í ítróttatímum í skúlanum?
  • Hvat fyri ítrótt íðkar tú og tín familja?
  • Hvat er almennur ítróttur ? Hvör íðkar almennan ítrótt?
  • Hvussu eita ítróttagreinarnar á Norðurlandamálum?
  • Veist tú hvussu okkurt ítróttafólk eitur sum íðkar onkra av hesum ítróttagreinum?
  • Veist um onkran föroying sum íðkar ítrótt í einum öðrum Norðurlandi?
  • Eru onkrir Norðurlandabúgvar virkir í föroyska ítróttalívinum?
  • Hvat fyri norrönar ítróttastjörnur eru blivnar heimskendar ella vunnu medaljur á Olympisku leikunum ella HM? Nýliga? Fyrr í tíðini?

 

Uppgáva:

  • Næmingar gera spurningar sum teir senda samskiftaflokkinum.
  • Næmingar fröðast um ítrótt við at lesa dagblöð, vikublöð ella lurta eftir munnligum frásögnum.
  • Næmingar gera yvirlit yvir best umtóktu ítróttagreinarnar í hvörjum landi fyri seg og greiða frá kendastu növnunum í hvörjari grein.
  • Eisini er möguligt at vísa við tölum á hvörjar ítróttagreinar eru best umtóktar í hvörjum landi fyri seg, hvussu londini klára seg á altjóða stöði, gerið samanburð millum lond.