Endamál:
- At næmingar gera umfatandi yvirlit yvir hvat föroyskir fjölmiðlar hava miðlað um Norðurlond á ávísum tíðarskeiði.
- At næmingar kanna hvat mest hevur verið tosað/skrivað um í hvörjum tíðarskeiði fyri seg.
- At næmingar leggja merki til hvat fyri fólk hevur verið mest frammi og hví?
Bólka vinna:
Hvör bólkur/einstaklingur hevur við ávíst evni ella landsumráði at gera. Brúkið hugmyndaflogið og vinnið við upplýsingum sum tit finna. Hvör bólkur/einstaklingur sigur frá sínum evni og niðurstöðum.
Bólkar samanbera og greiða frá, við tölum, hvat fyri land hevur verið mest tosað/skrivað um.
Uppgáva:
- Hvör bólkur/einstaklingur kannar hvat fyri fólk og evni eru mest frammi?
- Hvussu og í hvörjum samanhangi varð tosað/skrivað um hvört land?
- Næmingar skoða blöð og bökur við samröðum og greinum um unglingar og sum unglingar hava skrivað.
- Hvat sigur hetta tykkum um unglingar í viðkomandi landi?
Samskiftaflokkar býta um blöð sum eru mest lisin og eru best umtókt. Eisini kunnu næmingar geva samskiftaflokkinum blöð sum næmingar sjálvir hava skrivað og fáa blöð frá samskiftaflokkinum í staðin.
Blað fyri unglingar.
- Hvussu skal tað vera?
- Hvat fyri evni skulu vera í blaðnum?
Hvör skal skriva/geva blaðið út?
- Næmingar gera beinagrind til blaðið, so sum innihaldsyvirlit, yvirskriftir, hvussu nógvar myndir skulu vera í mun til tekst.
- Skriva ynskilista, tað skal gerast við at klippa út og seta saman bestu myndirnar og tekstin sum næmingar koma í tankar um. Enn betur um næmingar tekna og taka sjálvir myndirnar.
- Gerið blað fyri unglingar í öðrum Norðurlondum út frá tí sum varð nevnt omanfyri. Blaðið skal sjálvandi skrivast á donskum, norskum ella svenskum.
Keldur
- Dunnaldur dunna, TinTin, aðrar teknifilm-seriur.
- Fjölmiðlar
- Mótablöð, unglingablöð, ítróttablöð, internetmiðlar og ferðabóklingar.