Skúlin

Endamál: At næmingar gera stutta uppgávu har teir kanna nærmasta umhvörvi og umstöður og leggja niðurstöðurnar fram munnligt og/ella sum rapport.

  • Hvussu nógvir næmingar eru sama ár sum tú?
  • Hvussu nógvir næmingar eru í tínum flokki? (Hvussu nógvir dreingir, hvussu nógvar gentur?)
  • Nær byrja börn at ganga í skúla í Föroyum?
  • Í öðrum londum?
  • Hvussu leingi eru tey í skúla um dagarnar?
  • Hvat gera tey eftir skúlatíð?
  • Hvat gera næmingarnir í frítíðini (vikuskiftum og ferium)?
  • Er tað ýmiskt eftir londum?
  • Hevur tað nakað at siga hvar næmingarnir búgva, um tey búgva við sjógvin, úti á landinum ella í býum?
  • Hvussu er sosiala lívið í skúlanum?
  • Er nökur sosial unglinga samkoma aftaná skúlatíð? Um so er, hvat er gjört á slíkum samkomum?
  • Hvar mötast unglingar sum ikki hava atgongd til slíka sosiala samkomu?
  • Hvat gera teir saman?
  • Hvörji eru helstu áhugamálini?
    • Hjá gentum
    • Hjá dreingjum
    • Til felags
    • flokkað eftir landspartum ella londum.

Uppgáva:

  • Hav eina samröðu við næmingar sum ikki hava somu áhugamál.
  • Hav eina samröðu við onkran sum klárar seg væl í ítrótti, tónleiki, dugur væl at mála/tekna/skriva.
  • Idol: Hvörji idol eru vanligast? Ítróttafólk, leikarar, tónleikarar?
  • Er munur millum kyn/lond/landspartar?
  • Hvat fylgir tí at vera idol? Hvat fyri ávirkan hava idolini, beinleiðis og óbeinleiðis, á móta, áskoðan, meiningar, ábyrgd?
  • “Góða dagbók…” Skrivað um ein dag í tínum lívi.

 

Kilder:

EMU genreskrivning:at styre skriveprocessen fra ide til færdig tekst, udtrykke sig i en sammenhængende og disponeret form  og skrive forståeligt, klart og varieret i en form, der passer til genre og situation.”