Summarvinnan

Endamál: At næmingar kunnu tosað um summarstörv sum unglingar hava og kunnu seta tey í störri samanhang.

Uppgáva:

  • Hevur tú havt summarvinnu?
  • Hvat fyri vinna var tað?
  • Hvat fáa unglingar í lön fyri at ansa börnum, bera blöð út ella í „ung í arbeiði“?
  • Hvat fyri vinnu hava tínir javnaldrar í hinum Norðurlondunum?
  • „Ung í arbeiði“ er ikki serliga vanligt aðra staðni á Norðurlondum. Hvussu hevði tú greitt javnaldrum frá um „ung í arbeiði“?
  • Hvat ætlar tú at verða?
  • Kennir tú nakað til starvið? Farð á staðið og gerð eina samröðu við onkran sum vinnur hetta starv.
  • Kanst tú vinna hetta starv í tíni heimbygd?
  • Hvat er hövuðs vinnan í tínum bygdalagi?

Úrslit:

Tosið saman og roynið at finna svar uppá spurningarnar sum vórðu nevndir omanfyri.

Næmingar býta niðurstöðurnar ímillum sín og kunna hinar næmingarnar við til dömis at brúka PowerPoint, myndaalbumi (Bookr eða Flickr Toys), blaði (Glogster)  ella talvu.