- At næmingar finna út av hvat javnaldrar teirra, innanlands ella uttanlands, fáast við.
- At eggja til samskifti við næmingar í öðrum londum og læra hvussu tey liva.
- At næmingar venja seg við at siga frá sær sjálvur, sínum lívi – bæði á sínum móðurmáli og öðrum máli.
- At næmingar venja seg við at spyrja beinraknar spurningar og svara týðiliga.
Hendan uppgávan passar væl til at flætta saman móðurmál og onnur norrön mál og til at samskifta við næmingar frá öðrum londum.
Endamál:
- At læra um áhugaverdan rithövund sum skrivar unglingsbökur og at kunna um rithövundin og bökur hansara.
- At eggja næmingum til at skriva sögur, ævintýr og yrkingar um, til dömis, skúlalívið, kærleikan, hjartasorg og samskifti við onnur á ýmsum aldri.
Uppgáva:
Ein hugmynd er at seta saman bólk av unglingum á innara neti í skúlum ella samstarvsuppgávur millum landspartar ella lond, har sum næmingar skriva ævintýri, tíðindi og sögur og tað verður síðan sett á netið har öll hava atgongd.
Ein möguleiki er at biðja næmingar at skriva út frá ávísum felags minningum.
Viðgerð:
- Kanningar: Næmingar kunnu gera eina kanning í flokkinum har tey spyrja um frítíðarítriv so sum lestur, sjónvarp, ítróttaíðkan. Næmingarnir kunnu hava samband við skúlaflokk aðrastaðni frá sum eisini gerð slíka kanning – síðan kundu flokkarnir víst hvörjum öðrum niðurstöðurnar, samanborið og almannakunngjört niðurstöðurnar t.d. við at skriva einfaldan tekst og tekning, mynd ella útklipp á plakat.
- Vinaflokkar: Næmingar fáa vinaflokk í skúla innanlands ella frá öðrum landi. Næmingar gera spurningar um alt sum teir vilja vita um dagligt lív næminga í vinaflokkinum. Vinaflokkurin fær ta uppgávu at svara hesum spurningum.
- Brævaskifti, floksblað, myndaalbum við stuttum teksti, teldusamskifti. Tað kann gerast samanburður millum lond ella landspartar. Flokkurin útgevur floksblað har sum hvör næmingur sigur frá sær sjálvum í teksti og myndum; familju, áhugamálum, hvat hann ger í summarfrítíðini o.s.v. Blaðið verður sent til vinaflokkin sum kunning (og flokkurin fær slíkt blað frá vinaflokkinum í staðin). Í blaðnum kann eisini skrivast um ítriv, ferming, siðir og áhugamál teirra. Til dömis kann skrivast um best umtóktu leikarar, sangarar, ítróttafólk, tónleik, mat, móta, bók, rithövundar…