Leikstjórar

Endamál: Mentanarmiðlun

At næmingar fáa kunning um hvat fyri týdning norðurlandabúgvar hava í filmsöguni í heiminum.

Uppgáva

Gerð kunning um ein leikstjóra  ella leikarar.

Hygg eftir filmi, sum hesin leikstjóri hevur stjórnað ella hesin leikari hevur luttikið í.

Lán ein norrönan film, hygg eftir honum heima og fortel flokkinum hvör var leikstjóri og hvörjir leikararnir vóru.

Vís eitt sindur av filminum.

Frá bók til film

Vel ein film sum er gjördur eftir eini bók. Hygg eftir filminum og les bókina. Samanberð!

  • Hvat er t.d. í bókini, sum ikki er í filminum og övugt.
  • Heldur tú at hövuðspersónarnir líkjast teimum í bókini?
  • Gev dömi.

Lærarar kunnu velja tær uppgávur sum passa. Uppgávurnar kunnu gerast í bólkum, tvey og tvey ella einstaklings.

Hvar vóru hesi frá: Liv Ulmann, Erik Gustavson, Ingmar Bergmann, Ingrid Bergman, Carl Th. Dreyer, Bille August, Gabriel Axel?

Hví eru tey kend?

Leitað eftir hesum növnum: Susanne Bier, Paprika Steen, Lone Scherfig, Leif Magnusson, Joachim Trier, Anne Sewitsky, Jens Lien og Ragnar Bragason. 

Finn ein film sum tann sum tú velur hevur annaðhvört leikt í ella leikstjórnað. Hvussu dámar tær?