Endamál: At næmingar kunnu lýsa sínari familju og samband millum einstaklingar í familjuni.
- Fortel um tína familju og hvat fyri leiklut hvör einstakur í familjuni hevur.
- Hvussu eru uppgávurnar á heiminum býttar?
- Hvussu er sambandið við abba, ommu, mostur, fastur, systkinabörn o.s.v.?
- Hvussu búgva/búðu abbi og omma, langabbi og langomma?
Uppgáva: Hvör næmingur ger lítla útklipsbók um seg og sína familju.
- Inngangur: Kunning um eigaran á útklipsbókini: mítt navn, hvör er í familjuni, míni áhugamál…
- Evni: Myndir heimanífrá, egið lív og royndir.
- Arbeiðsháttur: Flokkurin arbeiðir saman í bólki og leggur fram hugmyndir um inngang og framsetan. Hvör næmingur ger sína egnu útklipsbók við myndum heimanífrá.
- Kapitlar: Ein síða fyri hvört evni. Persónlig framsetan, myndir og útstjónd.
- Tíð: Tvær til tríggjar vikur skulu brúkast til at gera hesa uppgávu, hon skal gerast bæði í skúla og heima.