Unglingar í fjölmiðlum

Endamál: At unglingar hyggja við kritiskum eygum at tí, hvussu tosað er um unglingar, sum málaflokk, í fjölmiðlum.

  • Hvussu eru unglingar vístir í hesum blöðum?
  • Er munur á hvussu unglingar eru vístir í lýsingum, tíðindum, greinum ella samröðum?
  • Hvat eru tað fyri unglingar sum eru í samröðum?
  • Hvat er tað fyri unglingar sum tosað er um í tíðindum?
  • Hvat fyri fjölmiðlatilfar er gjört til unglingar?
  • Hvat er tín best umtókti teknifilm-persónur/figurur?
  • Hvat fyri teknifilm-söga heldur tú er stuttligast?
  • Být sundir í flokkar tað, hvussu tosað er um unglingar í fjölmiðlun, eftir evni, londum og legg til merkis hvat er serligt fyri hvörja tjóð.
  • Hvat fyri sjónvarpssendingar dámar tær best?
  • Hvat fyri tónleiki lurtar tú eftir?
  • Hvat er tín best umtókti tónleikari/orkestur, föroysk?
  • Hvussu sær popplistin (tónleikur og filmar) út her í mun til onnur lond?

Uppgáva:

Farð inn á síðuna Musik på nordiska språk, lurtað eftir tónleikinum, les tekstin og brúkað uppgávurnar sum fylgja við.

Kennir tú annað norrön listafólk sum tú vil vísa öðrum? Finn upplýsingar á internetinum og youtube.