Ferðin

Endamál:

  • At næmingurin skrivar stíl um tað hann veit um Norðurlond.
  • At næmingurin fyrireikar ferð til Norðurlond.

Tá ferðasýningin er liðug eigur næmingurin at hava nógvar upplýsingar um Norðurlond.

 

Hesar upplýsingar brúkar hann til at skriva dagbók.                                

Í dagbókini skal hann skriva um hvar hann fer, hvat hann sær og upplivir, hvat honum dámar staðið o.s.v.

Krav at skriva um, í öllum förum, tvey lond.

Tað er gott at brúka ferðabókling og postkort til at myndprýða dagbókina og ferðalýsingina.

Fyrireikið ferð til Norðurlond.

Gerið eina lítla orðabók, við orðum og setningum, sum næmingarnir kunnu brúka á ferðini.

Hvat fyri upplýsingar hava tit brúk fyri, fyri at kunna njóta ferðina á bestan hátt?

Tit skulu gera spurningar á norrönum máli um veður, klæðir, gisting, mat, lummapengar, ferðing, hvat bussbillettir, biografbillettir, burgarar, pylsur, pizza, sodavatn o.a. kostar, hesar spurningar senda tit vertinum.

Her er gott at brúka internetið.