Endamál: At næmingar leggja til merkis hvat skal til, fyri at gestirnir hava tað gott har teir eru.
- Hvar skulu gestirnir sova?
- Hvat skulu gestirnir hava til matna?
- Hvat fyri klæðir ráðleggur tú teimum at hava við sær?
- Hvat vilt tú hava at teir vita um heimbygdina áðrenn teir koma?
- Hvat fyri mál kanst tosast við fólk úr Norðurlondum?
- Hvussu heilsar tú uppá gestirnar, hvussu bjóðar tú teimum velkomnum og hvussu sigur tú teimum farvæl?
Uppgáva:
- Legg eina vitjan, frá javnaldrum úr Norðurlondum, til rættis sum skal vara í tveir dagar, skal passa bæði gentum og dreingjum.
- Er fyrireikingin uppá vitjanina öðrvísi um veturin enn um summarið?
- Gerð ein matseðil og skrá – á föroyskum og á móðurmáli teirra sum koma á vitjan.
- Legg eina áhugaverda útferð og eitt stuttleikakvöld til rættis: hvat ætla tit at gera, hvat vilja tit at gestirnir gera og hvat vilja tit at gestirnir uppliva?