Endamál:
- At vekja áhuga á Norðurlondum og ferðum til Norðurlond.
- At næmingar hugsa um hvussu týdningarmikið tað er at fyrireika seg væl áðrenn farið er at ferðast.
Fyrireiking – hvat vita næmingarnir?
- Hvat veist tú um hvört Norðurland?
- Hvat persónprógv skalt tú hava fyri at sleppa inn í annað Norðurland?
- Hvat fyri ferðamátar eru?
- Hvat fyri kostnaði skal man rokna við tá man vitjar annað Norðurland?
- Hvat fyri flutningstól eru nýtt í landinum og millum Norðurlondini?
- Hvar hevði tú helst vilja farið við flokkinum?
- Hvat mást tú vita áðrenn tú fert avstað?
- Nær á árinum hevði tú helst vilja farið?
- Hvussu er veðrið tá?
- Hvat fyri klæðir eru hóskandi?
- Hvussu hevði tú viljað brúkt tíðina? Er munur á tí eftir árstíðum?
- Hvat fyri valuta hevur tú brúk fyri?
Evni í sambandi við ferðafyrireiking, veruligar ella fyristiltar.
Bólka vinna: 3-4 í hvörjum bólki.
- Hvör bólkur dregur eitt land til at kjakast um.
- Næmingar skriva niður tað sum bólkurin veit um okkurt av hesum:
- Hövuðsstaður (stödd, hvar er hann, íbúgvar o.a.)
- Mál – hvat fyri orð og setningar er neyðugt at duga?
- á flogvölli
- á tokstöð
- á matstovu
- í tivoli
- á götuni o.a.
- Áhugaverd stöð (sövn, sýningar o.a.)
- Stuttlig stöð (tivoli, djóragarðar o.a.)
- Pengar (valuta, hvat kostar matur, gisting, at ferðast, avsláttarkort í tok, sövn o.a.)
- Matur (matstovur, kaffihús o.a.)
- Götulív
- Kend fólk
- Sjónvarp
- Ferðamöguleikar innanlands (fergur, tok o.a.)
- Handlar
- Vinnulív
- Landslag – náttúran
Keldur
Evni frá almennum heimasíðum.
Myndir frá Norðurlondunum.
Sögur frá næmingum ella öðrum sum hava búð í öðrum Norðurlandi.