Endamál: At eggja næmingum til at hugsa um framtíðina og hvussu arbeiðast kann í móti tí at gera dreymar til veruleika.
- Hvat ætlar tú at gera tá tú ert liðug/ur við fólka- og studentaskúla?
- Hvat kundi tú hugsað tær at starvað við í framtíðini?
- Hvat mást tú gera fyri at fáa hetta starv?
- Kennir tú nakað til starvið? Hvat?
- Far á staðið og fá eina samröðu við onkran sum hevur hetta starv í dag.
- Fá eina samröðu við námsráðgeva í skúlanum har útbúgvingin kann takast.
- Er möguleiki fyri at starva við hesum aðra staðni enn í Föroyum?
- Hvörji fak skalt tú hava fyri at kunna lesa ella starva í öðrum londum?
Verkefni:
Uppgáva:
Samlað upplýsingar og gev tær út í blaði, videoupptöku ella heimasíðu. Um heimasíða er brúkt, skulu upplýsingarnar setast upp í greinar, samröður ella sendingar.
Uppgávur býttar millum næmingar. Hvör bólkur fær ávísa uppgávu har dentur skal leggjast á landskunning og uppgávurnar eru býttar millum lond/landspartar.
Stöddin á uppgávunum er ýmisk, möguligt er at velja eina uppgávu ella fleiri.
Nýt síðuna Unga fólkið sum er partur av Norðurlond fyrr og nú.