Býurin/bygdin

Endamál: At næmingarnir leggja til merkis hvat fyri stöðu býurin/bygdin hevur í valdöminum ella landinum sum heild.

Úrslitið:

  • Samröður við stjórnmálafólk, tænastu- og vinnulívsfólk.
  • Video – ljóðupptökur.
  • Útvarpssendingar – sjónvarpssendingar.
  • Dagblað – uppslag – internetsíða.

Leggja dent á:

Hvat eru næmingarnir nögdir við í býnum/bygdini og hvat vilja tey broyta?
Hava næmingarnir meiningar um hvussu landið skal brúkast, hvussu umhvörvið skal verjast og nýggjum starvsgreinum í samfelagnum?

Uppgáva:

  • Gerið kunningarvideo ella kunningarblað sum skal sendast til samskiftaflokk í sama landið ella uttanlanda (skúlin, áhugamál, vinnulív ella söga). Málundirvísing kann setast í samband við hetta.
  • Leggið til merkis hvussu skald ella sögufröðingur sær býin/bygdina.
  • Lesið yrkingar, tjóðsögur, ævintýr og frásögur um býin/bygdina og staðarnövn í býnum/bygdini.
  • Eisini skulu næmingar hava kunning um tjóðartrúgv og huldufólk í sambandi við bygdalagið, hetta við at lesa tjóðsagnir t.d.
  • Hvat fyri verur, teirra bústaðir, hvussu tey livdu, eginleikar, útsjónd og hvussu samskiftið var millum fólk og verur.
    • Hvat fyri verur eru kendar í umráðnum?
    • Hvussu búðu tey og hvussu livdu tey?
    • Hvat fyri eginleikar hövdu tey og hvussu sóu tey út?
    • Hvussu vóru samskifti millum fólk og verur?
  • Ómenniskjasligar verur eru ýmsar millum landspartar og lond.
  • Í tjóðartrúgv á Norðurlondum eru til verur sum til dömis heksir, álvar, havfrýr og fossabúgvar.
  • Möguliga kunnu næmingar geva samskiftaflokkum upplýsingar um ta tjóðartrúgv sum relaterast til heimbygdina og fáa í staðin upplýsingar um kendar verur í teirra heimalandi/landsparti í staðin.

Keldur:

  • Bókasövn
  • Bygdasöga
  • Hagtöl
  • Sögur og sagnir
  • Samröður við foreldur, grannar og familju